Grønlendski landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá býrættinum um at varðhaldsfongsla hvalaaktivistin Paul Watson til 15. august.
Tað upplýsir grønlendska løgreglan í einum tiðindaskrivi sambært Sermitsiaq.
Kanadiski-amerikanski Paul Watson kom við skipi sínum John Paul de Joria í havn í Nuuk sunnudagin, og løgreglan stóð fyri honum og handtók hann.
Tað varð gjørt tí Japan hevur sent út handtøkuboð uppá Paul Watson.
Handtøkuboðini eru frá 2010.
73 ára gamli Paul Watson bíðar nú eftir avgerðini hjá danska løgmálaráðnum um hann skal útflýggjast til Japan ella ikki.
Sambært Danmarks Radio bíðar løgmálaráðið nú eftir einari formellari umbøn frá japonsku myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald