2020-12-20 14:37

Fyri at binda um heilan fingur lata tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús nú aftur fyri vitjandi. Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag.
Til ber tó at vitja, um talan er um serligar umstøður, men hetta skal so avtalast við deildina.
Nýggju reglurnar koma í gildi beinanvegin og eru fyribils galdandi í tvær vikur.
(Greinin broytt 16:35: Í fyrstu útgávuni av hesum stubbanum stóð, at Suðuroyar sjúkrahús ikki hevði latið aftur fyri vitjandi. Hetta er ikki rætt. Øll trý sjúkrahúsini lata aftur fyri vitjandi.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald