Innanlands

Landssjúkrahúsið sett Tordis Kristiansdóttir sum yvirlækna og serlæknia í krabbameinssjúkum

Talan er um fyrsta fasta onkolog á Landssjúkrahúsinum

Starvsetanin av Tordis Kristandóttir er søgulig (Mynd: ls.fo)

Starvsetanin av Tordis Kristandóttir er søgulig (Mynd: ls.fo)

2019-08-22 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landssjúkrahúsið boðar í dag frá, at Tordis Kristiansdóttir er sett í starv sum yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum.

Talan er um eina søguliga setan, tí Tordis Kristiansdóttir er fyrsti serlækni í krabbameinssjúkum, sum er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum. 

Landssjúkrahúsið hevur í fleiri førum søkt eftir onkologi uttan úrslit. Ístaðin eru konsulantar komnir úr Danmark og síðani 2015 hevur skipanin verið so, at onkologar frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.

Á heimsíðuni hjá sjúkrahúsinum stendur, at royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men tað eru sjálvandi fleiri fyrimunir eru við at hava serlækna í føstum starvi. Tann størsti munurin er, at ein onkologur nú verður tøkur fimm dagar um vikuna.

Tordis Kristiansdóttir tekur við starvinum 1. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder