Innanlands

Landsstevna fyri sjómanskvinnuringarnar síðsta vikuskiftið

165 kvinnur luttóku á stevnuni í Nesvík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-04 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjómanskvinnuringarnir høvdu síðsta vikuskiftið stevnu í Leguhúsinum í Nesvík. 

- Vit siga Gudi og menniskjum hjartans tøkk fyri gott og gevandi vikuskifti; nú sjómanskvinnuringarnir høvdu stevnu í Leguhúsinum í Nesvík, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.

Á skránni var sangur, bøn, boðan, frágreiðingar frá arbeiðinum, frá sjómanskonum, góður matur, prát og hugni. 

Menn gjørdu matin og tæntu við borðini. 165 kvinnur luttóku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder