Innanlands

Landsstevna hjá sjómanskvinnuringunum verður í apríl

19. - 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið í Leguhúsinum í Nesvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-30 16:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vikuskiftið 19. – 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík.

Landsstevnan var fyrstu ferð í 1957 og hevur verið øll árini síðani, burtursæð frá tveimum árum vegna koronu.

Á stevnuni verður, millum annað tosað um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum, millum sjófólkið og á Ørkini í Reykjavík. Á skránni verða eisini talur, samtalur, felagssangur, kórsangur, duett, áhugatími, gudstænasta, burturluting og hugni.

Sjómenn koma at gera góðan mat og tæna við borðini.

Hóast stevnan er fyri sjómanskvinnuringarnar, eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum, vælkomnar á stevnu. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. apríl, hjá staðbundnu forkvinnuni HM-skrivstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder