Innanlands

Landsstevna hjá sjómanskvinnuringunum verður í mai

Vikuskiftið 2. – 4. mai savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík.

2025-04-18 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stevnan er ársins tiltak hjá Sjómansmissiónini. Á fjølbroyttu skránni verður, millum annað, talur, samtalur, felagssangur, kórsangur, áhugatími, burturluting, gudstænasta, og hugni.

Tosað verður eisini um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum og hjá Sjómansmissiónini sum heild. Aðalskrivarin í donsku Sjómansmissiónini, Nicolaj Vibe, verður við á stevnuni.

Menn gera matin og tæna við borðini.

Allar kvinnur, ið hava áhugað í Sjómansmissión, eru vælkomnar.  Tilmeldingarfreistin er mikudagin 23. apríl, hjá staðbundnu forkvinnuni í sjómanskvinnuringinum, ella á HM-skrivstovuni í Nesvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder