Innanlands

Landsstevnan í Skúlaleikum verður fríggjadagin

Umleið 300 børn úr 15 ymiskum flokkum kring landið hittast í Høllini á Hálsi fríggjamorgunin. Badminton, flogbørn, Frælsur ítróttur og innirógving eru á skránni hja

2022-06-08 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta undanstevnur í Skúlaleikum hava verið fyri 4. og 5. flokkum kring landið, har fleiri enn 1100 næmingar hava upplivað ein stuttligan ítróttadag við felagsskapi og rørslugleði.

Har er funnið fram til teir 15 flokkarnar og 300 børnini, sum skulu umboða tey fimm økini til landsstevnuna. Hesum boðar Ítróttasmband Føroya frá, ið samskipar tiltakið saman við fleiri øðrum: Fólkaheilsuráðnum, Kommunufelagnum, Fróðskaparsetur Føroya og Uttanríkis- og mentamálaráðnum 

Byrjað verður klokkan 9.30 fríggjadagin við felags upphiting í Høllini á Hális.

- Síðani fara næmingarnir at spæla badminton og flogbørn í Høllin á Hálsi. Frælsur ítróttur verður á Tórsbreyt og innirógving verður í Gundadalshøllini. Øll savnast aftur í Høllini á Hálsi kl. 13.30, og tá finna vit teir báðar flokkarnar, sum gerast ársis Skúlaleikaflokkar í ávíkavist 4. flokki og 5. flokki 2022.

Liðini eru býtt upp á hendan hátt: 

4. flokkar:
Blá: Løgmannabreyt
Grøn: Kollafjarðar skúli og Santa Frants skúli (B)
Myrkablá: Skúlatrøð (B) og Skúlin í Eysturkommunu (A)
Reyð: Vestmanna Skúli og Skúlin við Løkin B
Grá: Porkeris skúli

5. flokkar:
Blá: Løgmannabreyt
Grøn: Eysturskúlin B
Myrkablá: Skúlatrøð (A) og Skúlin í Eysturkommunu (B)
Reyð: Vestmanna og Skála skúli
Grá: Vágsskúli

Sverri Sandberg Nielsen verður gestur á landsstevnuni. Næmingar sleppa at seta rógvaranum spurningar og at taka myndir saman við einum av okkara fremstu íðkarum. 

Dagurin endar við, at flokkarnir, sum gerast vinnara av landsstevnuni í Skúlaleikum 2022, verða kunngjørdir. 

Avgerð er longu tikin um, at Skúlaleikir verða bjóðaðir út aftur komandi skúlaár,  at 6. flokkarnir eisini verða bodnir verða við, og at hesi sleppa at royna seg í kurvabólti og rørslumegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder