Innanlands

Landsstýrið arbeiðir við at styrkja føroyska matframleiðslu

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá Fíu Selmu Nielsen.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd)

2026-09-25 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at styrkja føroyska matframleiðslu.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Fíu Selmu Nielsen tingkvinnu úr Fólkaflokkinum.

Tingkvinnan vildi hava at vita, um landsstýrið hevur eina ætlan fyri at styrkja føroyska matframleiðslu, og um landsstýrið ætlar, at Føroyar verða sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu.

Endamálið er, at føroyingar í størri mun kunnu keypa føroyskt framleiddar matvørur fyri ein prís, ið kann sammetast við útlendskar vørur, sigur Jacob Vestergaard.

– Neyðugt er at betra um umstøðurnar hjá føroyskum framleiðarum, m.a. við øktum landbúnaðarstuðli. Landbúnaðarstuðulin er tí hækkaður nakað, og skipanin er víðkað til eisini at fevna um grøði. Málið er at virka fyri, at vit skulu vera meira sjálvbjargin við teirri grøði, sum grør væl í Føroyum.

– Málið er harumframt at styrkja føroysku kjøtframleiðsluna, sum eisini frameftir skal vera ein týðandi partur av føroyska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin.

Sambært landsstýrismanninum eru vit í Føroyum sum heild væl fyri viðvíkjandi veitingartrygd, men tað eru eyðsæð nakrir veikleikar, um talan er um longri tíðarbil við órógvi á innflutning.

– Tað er tó umráðandi at leggja dent á, at hóast ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikkiverið á mati sum heild, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi, sigur Jacob Vestergaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder