2021-10-24 14:49

Seinastu vikuna eru 187 nýggir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og í gjár vórðu metnógvir tilburðir staðfestir – 89. Talan er í stóran mun um børn og ung, serliga í Norðurøkinum.
Farsóttarnevndin hevði fund um støðuna í morgun, og nú klokkan trý er landsstýrið kallað saman til fund at umrøða tilmælini frá Farsóttarnevndini, sigur Útvarpið.
Væntandi verður greitt í kvøld, um nýgg tiltøk verða sett í verk, og hvørji hesi eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald