Innanlands

Landsstýrið fer nú at leggja fram um skattalætta

Meðan nógvir føroyingar eru í verkfalli, og opið stríð er millum Fíggjarmálaráðið og almenna arbeiðsmarknaðin, skal tosið í Tinganesi í dag snúgva seg um skattalætta

Hetta er ikki fyri at flyta fokus, staðfestir Ruth Vang fyri Kringvarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er ikki fyri at flyta fokus, staðfestir Ruth Vang fyri Kringvarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-03 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 "Show must go on".

Tað er ein heldur serligur dagur í Føroyum, eins og tað var í gjár. Fleiri túsund fólk eru í verkfalli - tey flestu í samhugaverkfalli. Sambært Terja Sigurðsson, semingsmanni, stendur í botni í samráðingunum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Verkfallið hevur vart í ein mánaða, og í gjár tók Løgtingið avleiðingarnar av, at tað varð víðkað so mikið, at støðan í Sjúkrahúsverkinum kundi metast sum hættislig.

Nógv er at taka í á hesum økinum, men lítið bendir á, at partarnir fara at nærkast hvørjum øðrum munandi næstu dagarnar, og at illviljin minkar. Fíggjarmálaráðið  hevur tvær ferðir seinasta samdøgrið lagt eitt mál fyri Fasta Gerðarættin, sum svar uppá atgerðir hjá mótpartinum: Hvørki Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella hini fakfeløgini hava hildið fráboðanarskyldirnar, verður víst á.

Les eisini: Málið um samhugaverkfall lagt fyri Fasta Gerðarætt

Løgtingsfundur er aftur á skránni í løtuni. Talan er tó ikki um nakað við verkfall at gera. Fleiri mál skulu leggjast fyri tingið, og eitt er lógaruppskotini, sum eru grundarlagið undir skattalættanum. Tað skrivar Kringvarpið.

Hesin skattalættin er ein av vallyftunum hjá samgonguni. Nú er klárt at leggja hann fram, og hetta verður eisini gjørt á tíðindafundi í Tinganesi klokkan 14.30. Samgonguleiðararnir luttaka har: Aksel V. Johannesen (C), Høgni Hoydal (E) og Ruth Vang (F)

Um løgmaður, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bert "sleppa" at svara uppá spurningar um skattalættan er óvist. Men síðstnevnda hevur verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, tí Ruth Vang stendur beint yvirav Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og fakfeløgunum.

Í samrøðu við Kringvarpið á middegi viðgekk hon, at tíðin at hava tíðiundafundin sær løgin út. Tað er tó ikki fyri at flyta fokus, stafestir forkvinnan í Framsókn: Hesin skattalættin kemur nú, og tað hevði verið løgið at ikki greitt frá honum, sigur Ruth Vang.

Tíðindafundurin í Tinganesi byrjar klokkan 14.30. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder