placeholder
Innanlands

Landsstýrið fordømir Russland

Fólkaatkvøðurnar, sum Russland hevur skipað fyri fyri hertiknu økjunu eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum, sigur Jenis av Rana í fráboðan

Jenis av Rana (Mynd. EPA)

Jenis av Rana (Mynd. EPA)

2022-09-30 19:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya landsstýri fordømir harðliga Russland fyri royndina at innlima hertiknu ukrainsku landslutirnar Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizhzhia. Tað stendur í fráboðan frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í dag.

- Sonevndu fólkaatkvøðurnar, ið Russland hevur skipað fyri í hertiknu økjunum, eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum.

- Tað er greitt brot á altjóða lóg og ásetingarnar í Stovningarsáttmála Sameindu tjóða, at eitt land innlimar partar av einum øðrum landi við hertøku og valdsnýtslu. Innliman Russlands av hertiknu landslutunum er sostatt ólóglig sambært altjóða lóg og uttan rættarvirknað, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder