Innanlands

Landsstýrið herðir tiltøkini aftur

Ferðist ikki til onnur lond uttan so at tað er alneyðugt, og haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum, eru millum annað boðini. Matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-07 17:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Vit hava staðið saman og ansað eftir hvørjum øðrum. Tí hevur gingist væl at byrgt fyri ótálmaðari smittuspjaðing í samfelagnum. Tamarhald er á smittustøðuni í løtuni, men støðan er framvegis álvarsom. Smittutølini tær seinastu vikurnar vísa greitt, at smittan ger um seg her heima. Tað er eitt frambrot, at vit í næstu viku byrja at koppseta eldri og heilsuveik fólk. Eg havi góðar vónir um, at vit við samanhaldi, áliti og áhaldni fara at vinna stríðið ímóti koronu”, sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen.

Landsstýrið, landslæknin og farsóttarnevndin fylgja neyvt við smittustøðuni og gongdini í okkara grannalondum.

Nógv verður tosað um nýggj koronufrábregði, sum eru sera smittsom. Landsstýrið tekur hesi nýggju frábregði í størsta álvara, hóast tey enn ikki er staðfest í Føroyum, tí tey kunnu føra við sær, at heilsuverk Føroya kemur undir eitt so stórt trýst, at tað kann standa á at viðgera koronusjúklingar og aðrar sjúklingar. Øll positiv koronukanningarúrslit vera greinað, fyri at vita, um talan er um nýggj frábregði. Nýtt frábregði ger av álvara um seg í Onglandi, og er eisini staðfest í Danmark og fleiri øðrum londum.

Landsstýrið hevur viðgjørt koronustøðuna, og er til reiðar at brúka onnur amboð, um ein versnandi smittustøða krevur tað.

Tað er sera týdningarmikið at hava í huga, at tað er atferðin hjá tí einstaka, sum er avgerandi fyri at fyribyrgja smittuútbreiðslu.

Høvuðstilmælini eru:

  • Ferðist ikki til onnur lond uttan so, at tað er alneyðugt.
  • Eftir komu frá útlondum eiga ferðafólk at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið negativt úrslit av kanningini sætta dag.
  • Verið í størstan mun bara saman við teimum nærmastu og teimum, sum tú plagar at vera saman við. Avmarkið talið av sosialum sambondum.
  • Haldið tykkum frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
  • Haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum.

Øll tilmælini kunnu lesast á korona.fo.

Matstovur og skeinkistøð
Landsstýrið hevur avgjørt, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur kl. 22.00 til og við 17. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder