
Landsstýrið bjóðar inn til tíðindafund um koronustøðuna í Kringvarpinum klokkan 11 í morgin.
Meira stendur ikki í stuttu boðunum frá myndugleikunum til miðlarnar í kvøld, men uttan iva eru tað vaksandi tilburðirnir og nýggja koronufrábrigið Omikron, sum gera, at landsstýrið kennir seg noyddan at kunna fólkið um støðuna.
Í boðunum frá landsstýrinum stendur einki um, hvørji umboð vera við á tíðindafundinum.
Sum vant, so hevur danska stjórnin havt tíðindafund daginfyri. Mette Frederiksen boðaði í kvøld frá ymsum tiltøkum, sum skulu steðga spjaðingini av koronu.
Eitt nú verða næmingarnir í barnaskúlunum sendir heim í jólafrí komandi mikudag, 15. desember. Eisini skal náttarlív og skeinkistøð lata aftur á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald