Innanlands

Landsstýrið hevur tíðindafund seinnapartin

Farsóttarnevndin hevur fund kl. 13, og kl. 15 verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, luttaka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-30 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava yvir 100 smittutilburðir verið staðfestir, og mánadagin varð nýtt met sett, tá heili 180 smittutilburðir vórðu staðfestir.

Talið á innleggingum er tó en lágt í løtuni, og í gjár varð boðað frá, at hóast talið á smittutilburðum seinastu vikuna var farið uppum 75 per dag, vórðu Føroyar verandi á gula tilbúgvingarstiginum í ferðsluljósskipanini. 75 er annars vegleiðandi markið fyri reyða stiginum.

Landsstýrið boðaði tó eisini frá, at tey fylgja neyvt við gongdini, og hava tey í landsstýrinum leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina. Versnaði støðan, fór nýggj fráboðan at koma. Og nú hevur landsstýrið innkallað til tíðindafund, og er tí hugsandi, at tey fara at koma við nýggjum tilmælum.

Ferðsluljósskipanin varð í sínari tíð ásett við støði í Delta-frábrigdinum, sum tá var mest dominerandi frábrigdið, men nú er tað nýggja Omikron-frábrigdið, sum ger um seg. Landsstýrið hevur boðað frá, at tey hava heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, og Farsóttarnevndin hevur fund í dag klokkan 13.

Klokkan 15 verður so, eftir ætlan, tíðindafundur í Kringvarpi Føroya.

Á tíðindafundinum luttaka Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder