
Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið. Í hesum sambandi hevur landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot.
Talan er um fleiri stór og týdningarmikil uppskot, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð.
Millum tey eru:
• Uppskot um at fyrireika og prosjektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð.
• Uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin
• Uppskot um at prosjektera heildarætlanina fyri Venjingarskúlan (Kampus)
• Uppskot um løn undir útbúgving (Tryggja teim lesandi á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving)
• Uppskot um bústaðarskyldu v.m.
• Uppskot um Talgildu Føroyar 2.0. (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)
- Talan er um týðandi og fjølbroytt mál. Gongd verður sett á at fyrireika Suðuroyartunnilin. Men samstundis hava vit sett okkum fyri at fáa ein haldføran búskap, og tí mugu ábyrgdarfull átøk til, eitt nú at hækka pensjónsaldurin. Hetta er eitt neyðugt og týdningarmikið stig. Haraftrat er løn undir útbúgving og heildarætlanin fyri Kampus hjá Setrinum avgerandi fyri at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg og starvast í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald