
Løgmansskrivstovan hevur bjóðað fjølmiðlunum til tíðindafund í forhøllini hjá Kringvarpi Føroya fyrrapartin klokkan 11.
Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, og at meta út frá tí, sum løgmaður segði í síðstu viku, er sannlíkt at tilmælini verða linkað nakað.
- Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli. Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar, segði Bárður á Steig Nilsen, løgmaður í síðstu viku.
Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 11. Leinki verður at finna her á Portalinum stutt undan tíðindafundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald