Innanlands

Landsstýrið letur 500.000 krónur í neyðhjálp til Afganistan

Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum

Dreingir á gøtunum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul (Mynd: EPA)

Dreingir á gøtunum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul (Mynd: EPA)

2021-10-10 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Tað boðaði Uttanríkis- og mentamálaráðið frá á heimasíðuni herfyri.

Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.

Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara fimm prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.

Fyri einum góðum mánað síðani lat Reyði Krossur Føroya eisini eina hálva millión krónur til Afganistan. Peningurin fór til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í landinum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, fegnast um, at landsstýrið nú eisini letur pengar til Afganistan.

Tó heldur hann, at tað kundi verið ein møguleiki at tikið afgansk flóttafólk til Føroya, umframt at mann hjálpir á staðnum, segði hann í Degi og Viku fríggjakvøldið.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eigur at bera til at taka flóttafólk til Føroya, og sigur hann seg sakna eina dialog um tilbúgving í sambandi við flóttafólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder