
Í dag, eina viku eftir, at Føroyar aftur gjørdist koronafrítt hevur landsstýrið kunngjørt nýggj tilmæli.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísti á tíðindafundi fyrrapartin á, at hóast støðan í Føroyum er góð, og tað er freistandi at sleppa sær øllum fyrivarnum, er tað ikki ráðiligt, og verður heitt á øll um framvegis at vera ansin og halda seg til tey tilmæli, sum eru.
– Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, segði hann.
Verandi tilmæli eru galdandi fram til eftir páskafrítíðina, tá tey verða eftirmett, men um okkurt brádliga stingur seg upp, verða tilmælini endurmett umgangandi.
Nýggju tilmælini síggjast niðanfyri:
Ferðing
- Frá 1.apríl sleppa øll, ið eru liðugt koppsett, undan at fara í seks daga heimauppihald.
- Fram til 30. juni verður tað framhaldandi eitt krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Hetta kravið er eisini galdandi hjá teimum, ið eru liðugt koppsett.
- Fyri øll, ið ikki eru koppsett, heldur tilmælið um seks daga heimauppihald og negativa kanning á sætta degi annars fram til ultimo mai, tá ið bróðurparturin av Føroya fólki eftir ætlan er koppsettur.
- Børn undir 12 ár fáa nú boðið eina ókeypis kanning við markið. Hetta kemst av, at fleiri dømi eru um uttanlands, at nógv børn gerast smittað av nýggju frábrigdunum.
- Føroyingum verður í løtuni mælt til avmarkaða ferðing út í heim, so leingi øll ikki eru koppsett. Vit mæla øllum til at fylgja almennu ferðavegleiðingunum, ið verða dagførdar regluliga.
Markið fyri, hvussu nógv fólk koma saman
- 200 fólk kunnu nú koma saman í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt. Í hesum sambandi verður heitt á allar fyriskiparar um at venda sær til koronuráðgevingina um, hvussu tey ítøkiliga skulu skipa seg, so øll tiltøk verða skipað skynsamt í mun til koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald