Innanlands

Landsstýrið mannað

Seks menn og ein kvinna verða í nýggja landsstýrinum, skriva miðlar í kvøld

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur (Mynd: Sverri Egholm)

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-14 00:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt hvørji fara at manna landsstýrið næstu fýra árini. Bæði jn.fo og in.fo hava fingið váttað hvørji nýggju landsstýrisfólkini eru.

Fólkaflokkurin:
Jørgen Niclasen, fíggjarmál
Jacob Vestergaard, fiskivinnumál
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál

Sambandsflokkurin:
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál
Helgi Abrahamsen, vinnumál

Miðflokkurin:
Jenis av Rana, menta- og uttanríkismál

Samgonguskjalið verður skrivað undir klokkan 9 í morgin árini, og klokkan 10 kemur tingið saman fyri fyrstu ferð hesa setuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder