Latið vera við at taka í hondina á hvørjum øðrum. Havið eitt gott reinføri og vaskið hendur.
Ansið eftir hvørjum øðrum, so avmarka vit útbreiðsluna av smittuni.
Størsta týdning er at verja okkara eldri og veiku borgarar.
Soleiðis segði Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, á tíðindafundi í dag.
Hann mælti eisini frá at skipa fyri tiltøkum komandi 14 dagarnar, har tað verða savnað fleiri enn 500 fólk. hetta kann koma at raka eitt nú konsertir og ítróttatiltøk, sum skulu haldast um vikuskiftið.
Men landsstýrismaðurin var skjótur at leggja afturat, at hetta ikki er eini kravboð, men ein tilráðing.
Tilráðingin kemur eftir ein fund í farsótta-nevndini í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald