Seinastu tveir dagarnar hevur landsstýrið brúkt til at skipa sítt arbeiði komandi tíðina. Endamálið við fundarrøðini á Hotel Vágum hevur verið at raðfesta, gera tíðarætlan og at leggja til rættis, hvussu høvuðsmálini verða rokkin, skrivar heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni.
- Samansjóðingini seinastu dagarnar er við til at tryggja eina góða byrjan og eitt gott stev í landsstýrisarbeiðinum. Eisini hava vit gjørt av, hvussu vit vilja skipa landsstýrisarbeiðið komandi tíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Umframt at seta ferð á høvuðsmálini hetta samgonguskeiðið, hevur landsstýrið viðgjørt tey mest átrokandi málini. Her er m.a. talan um fíggjarlógina fyri 2020 og eykajáttanina fyri 2019. Eykajáttanin er avgreidd og verður borin í Løgtingið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald