Innanlands

Landsstýrið steingir ikki havnirnar - enn

Átta flogfør lenda í Vágum í dag

2020-03-12 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv undra seg á, at landsstýrið ikki steingir Føroyar fyri flog- og skipaferðslu í hesum smittutíðum. Í dag koma ikki færri enn átta flogfør í Vágar.

Men landsstýrið vil ikki seta so álvarsom tiltøk í verk, sum at steingja Vága Floghavn fyri flogferðslu.

Vit heita á flutnigsfeløgini og fólk annars um at vísa varðsemi. Støðan her er ikki so álvarslig, at vit steingja havnir. Men umstøðurnar broytast alla tíðina, og tað kann henda, men fyribils varðveita vit flutningin til og úr Føroyum, og tað gera vit eftir tilráðing frá tilbúgvingarnevndini, segði Bárðurá Steig Nielsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder