Innanlands

Landsstýrið stuðlar børnum og ungum í Ukraina

Landsstýrið fer at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk, sum fremja livikor hjá børnum og ungum í Ukraina

2024-02-24 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrið fer at stuðla børnum og ungum í Ukraina við at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk.

Dentur verður lagdur á at stuðla verkætlanum og átøkum hjá felagsskapum, sum luttaka í altjóða heildarætlanini fyri humanitert arbeiði í Ukraina, og verkætlanirnar skulu fremja livikor hjá børnum og ungum, skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

Áhugaðir felagsskapir mugu fyrst senda eina "Expression of Interest", við at fylla út oyðublað á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum. Útfylta oyðublaðið skal vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. mars 2024. Útvaldir umsøkjarar fáa síðan undangóðkenning til stuðulsjáttan og verða bjóðaðir at lata inn fullfíggjaða umsókn um verkætlanarstuðul.

Meira kunning fæst við at venda sær til Løgmálaráðið á [email protected], skrivar Løgmálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder