Í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður viå heilsumálum, verið á fundi við umboð fyri Novo Nordisk Grunnin.
Heimasíðan hjá heilsumálaráðnum upplýsir, at á fundinum kunnaðu umboðini fyri Novo Nordisk Grunnin um diabetesmiðstøðirnar, sum eru í Danmark og um komandi miðstøðina í Grønlandi.
Síðani tosaðu Kaj Leo Holm Johannesen og umboðini fyri Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum Novo Nordisk Grunnin og føroyskar myndugleikar skal skipast innan diabetesøkið.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann er glaður fyri fundin. Hann fer nú undir at viðgera málið meira ítøkiliga saman við viðkomandi pørtum.
Tað eru bert fýra mánaðir síðani, at táverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, eisini fundaðist gið Novo Nordisk Grunnin.
Les: Landsstýriskvinnan og samgongulimir á Novo Nordisk vitjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald