Innanlands

Landsstýrið umhugsar at herða revsingina fyri neyðtøku

- Tað er eyðvita, at báðir partar eiga at vera samdir um kynsliga samveru, heldur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen

2020-09-14 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku.

Tað svarar løgmaður Hervøri Pálsdóttir, tingkvinnu, ið hevur spurt um ásetingar um neyðtøku í revsilógini.

Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í komandi mánaði. Helst verður farið frá einari  tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt á frían vilja ella á samtykki.

- Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava valt at skipa seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í svarinum.

Hervør Pálsdóttir vildi serliga hava at vita, um ætlanin er at fara frá eini tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til samtykkisgrundaða.

Til hetta svarar løgmaður:

- Tað er eyðvitað, at báðir partar eiga at vera samdir um kynsliga samveru, um ætlanir eru um tað.

Landsstýrið ætlar í hesum arbeiði at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar – eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya.

Eisini verður neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder