Innanlands

Landsstýriskreppa í Grønlandi

Demokratarnir hava tikið seg úr samgongusamstarvinum

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokratunum (Mynd: Sermitsiaq)

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokratunum (Mynd: Sermitsiaq)

2021-02-08 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkurin Demokraatit, Demokratarnir, er ikki longur partur av grønlendska landsstýrinum,  Naalakkersuisut. Tað boðaði floksformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, frá á einum tíðindafundi í dag.

Orsøkin er óvissan í størsta flokkinum í samgonguni, Siumut. Sambært Jens-Frederik Nielsen, heva demokratarnir ført samráðingar við Siumut, men uttan at kanað er komið burtur úr.

Tað er formsnsskiftið herfyri, tá Erik Jensen loysti Kim Kielsen, landsstýrisformann av, sum er orsøkin.

- Siumut er við at broyta politiska kós við Erik Jensen sum formanni. Ósemja er í flokkinum, og vit vita ongantíð, hvat flokkurin stendur fyri. Tí er trupult at hava álit á Siumut í núverandi støðu. Tað er orsøkin til, at teir tríggir limirnir hjá Demokratunum nú taka seg úr landsstýrinum, segðu Jens-Frederik Nielsen.

Teir tríggir landsstýrislimirnir hjá flokkinum eru Steen Lynge, landsstýrismaður við uttanríkis- og orkumálum, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrismaður við vinnu- og ráevnismálum og Anna Wangenheim, landsstýriskvinna við heilsumálum.

Siumut hevur trý landsstýrisfólk umframt Kim Kielsen, landsstýrisformann. Triði flokkur í landsstýrinum er Nunatta Qitornai hjá Vittus Qujaukitsoq.

Jens-Frederik Nielsen segði á tíðindafundinum, at tørvur er á at fáa luftina reinsaða. Um støðan fer at enda við vali, kundi floksformaðurin ikki siga nakað um, men hann mælir til at skriva út nýval.

Hann segði eisini, at demokratarnir ikki longur er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, men at flokkurin fer at samráða seg fram í hvørjum máli sær, skrivar Sermitsiaq.

Avgerðin um at taka seg úr landsstýrinum kemur í gildi beinanvegin. Enn hevur Kim Kielsen, landsstýrismaður ikki boðað frá hvussu landsstýrið nú fer at skipa seg, men hann hevur kallað inn til tíðindafund seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder