Innanlands

Landsstýriskvinnan farin til Kina

Endamálið á ferðini er at undirrita heilsufrøðiligar protokollir, ið tryggja føroyskum útflytarum betri atgongd til kinesiska marknaðin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Xuefeng Wang, kinverski sendimaðurin í Keypmannahavn (Mynd: uvmr.fo)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Xuefeng Wang, kinverski sendimaðurin í Keypmannahavn (Mynd: uvmr.fo)

2025-03-31 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýriskvinnan við uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Beijing í Kina, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Endamálið við ferðini er at undirrita tvær heilsufrøðiligar protokollir, ið gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta ávísar fiskavørur. Við hesum báðum protokollum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað til fleiri vørusløg, enn áður. Protokollirnar fevna um ávikavist vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl. Undirritanin verður á ráðharrastigi í morgin.

Landsstýriskvinnan fer somuleiðis at hitta varauttanríkisráðkvinnuna, Hua Chunying.

Ávegis til Kina hitti landsstýriskvinnan kinverska sendiharran í Keypmannahavn, har tey umrøddu sínámillum viðurskiftini millum londini við denti á heilsufrøðiligu protokollirnar, ið verða mettar at vera eitt týdningarmikið stig í at betra um handilsviðurskiftini millum londini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder