Innanlands

Landsstýriskvinnan hevði ikki samtykt Suðuroyðartunnilin nú

- Haldførisavbjóðingin liggur so mikið óloyst, og vit skulu tryggja okkum, at vit ikki enda aftur í einari støðu sum í 1990'unum, staðfestir Ruth Vang

Í løtuni sær tað út til, at hallið á fíggjarlógini fyri næsta ár verður yvir 250 milliónir krónur (Mynd: Sverri Egholm)

Í løtuni sær tað út til, at hallið á fíggjarlógini fyri næsta ár verður yvir 250 milliónir krónur (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-01 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er fullkomiliga innlýsandi, at vit mugu fáa bukt við haldførisavbjóðingina, áðrenn vit fara í gongd við ein Suðuroyartunnil.

So greið var Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá hon í gjár var gestur í Degi & Viku.

Til ber at síggja brotið um Suðuroyartunnilin her

252 milliónir krónur í halli. Tað er tað, sum játtanarkarmarnir fyri fíggjarlógini 2026 í løtuni vísa. 

Hetta fekk John Johannessen, vertur, Ruth Vang at fyrihalda seg til. Landsstýriskvinnan vildi ikki beinleiðis siga, um hon var heilt ónøgd við hetta men staðfest varð, at hetta kundi og burdi verið betri.

- Vit hava eisini ein politiskan veruleika, og allir hinir flokkarnir fóru uppá val uppá ymiskt, sum skuldi betra og lætta um hjá fólki.

Tá hon so varð spurd um, hvørt trupulleikin er hinir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, staðfestir Ruth Vang, at hetta var als ikki tað, sum hon meinti við. Heldur er haldføristrupulleikin nakað, ið hevur røtur langt aftur.

Landsstýriskvinnan vísti annars á, at summi tøk eru tikin á haldførisleið í valskeiðnum, og at nú kemur uppskoti um hækking av pensjónsaldrinum skjótt fyri. Hetta skal loysa "helmingin av trupulleikunum" verður sagt.

Eitt annað mál, sum varð nevnt, varð Suðuroyartunnilin. Har var landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og forkvinnan í Framsókn greið:

- Eg hevði ikki samtykt ein Suðuroyartunnil ein dag.

Allir politisku flokkarnir hava gjørt eina semju um málið at seta gongd á undirsjóvartunnilin, men tað hevur ikki verið gjøgnum Løgtingið enn.

Alt innslagið við Ruth Vang sæst frá 8.00 HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder