
Í dag hittust Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, úti í Svínoy. Hetta var í sambandi við, at løgtingið hevur sett fimm mió. krónur av til at bøta um havnaviðurskiftini í oynni.
Tað var staðbundna nevndin í Svínoy, sum var vertur fyri fundin. Eyðun Jacobsen, staðbundin maður í Svínoy, bjóðaði vælkomin og vísti ferðalagnum havnirnar á víkini, eiðinum og bátahylin.
Landið fer undir at bøta um havnaviðurskiftini í Svínoy, og Klaksvíkar kommuna er ein týðandi viðspælari í verkætlanini, sum heilt víst verður at frætta meira um næstu tíðina, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald