
Tað er “Shetland Island Council”, ið hevur bjóðað landsstýrismanninum á vitjan og við møguleika at hava umboð fyri vinnuna við eisini. Ferðalagið fer við tyrlu úr Vágum til Sumburgh í Hetlandi og kemur aftur til Føroya mikudagin.
Lagt verður upp til at vitja Saxavord Spacecenter, Port of Lerwick, SIC og at umrøða infrakervi og offshore virksemi oa. Eisini verður vitjað á fiskamarknaðinum í Scalloway.
Luttakararnir fara at hitta umboð fyri myndugleikar og framstandandi politikarar í Hetlandi og har at umrøða møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi millum oyggjalondini bæði.
Tað var tann tíð, tá samskiftið og sambandið millum Hetland og Føroyar og eisini hinar skotsku oyggjabólkarnar, Suðuroyggjar (Hebridurnar) og Orknoyggjar varð raðfest hægri enn tað verður í dag. Vónir eru nú til, at ein vitjan sum henda kann vera við til at rudda slóð aftur fyri sambandinum og samstarvinum báðar vegir.
Hetland kann læra av Føroyum og øvugt. Eitt nú skal undirstøðukervið í oyggjunum útbyggjast til framtíðina, og her hava hetlendingar longu víst stóran áhuga fyri føroysku royndunum at binda oyggjarnar saman við tunlum, nakað, sum myndugleikar í Hetlandi og Skotlandi í næstum skulu til at taka støðu til, í hvønn mun útbygging av undirstøðukervinum skal vera sjóvegis ella við tunlum ella báðum.
Umframt landsstýrismannin Bjarna K. Petersen, sum m.a. varar av stóru almennu partafeløgunum Føroya Tele og Atlantic Airways eru umboð við fyri Smyril Line, Atlantic Airways, Vinnuhúsið, SEV, Føroya Tele, Coreflow, Articon, Baldur og FOÍB. Haraftrat er føroyska sendikvinnan í London partur av ferðalagnum.
Vit spurdu landsstýrismannin, hvønn týdning ein slík vitjan kann hava fyri Føroyar og fyri hann sjálvan.
-Ætlanin er at varpa ljós á okkara nærmasta granna. Hetland er eitt øki, sum hevur nógvar av teimum somu fortreytunum sum Føroyar, og tí er upplagt at styrkja samstarvið oygjanna millum. Endamálið við ferðini er at vita, hvat fer fram á vinnuliga økinum í Hetlandi, og tí hava vit eisini savnað eina fjølbroytta sendinevnd úr vinnulívinum, sum kemur við at kunna seg um gongdina og menningina í Hetlandi. Nógvar spennandi verkætlanir eru í Hetlandi, m.a. innan orkuvinnuna, samskiftisvinnuna og enntá rúmdarvinnuna.
Bjarni K. Petersen hevur sjálvur ongantíð verið í Hetlandi fyrr og heldur fyri, at tað kann undra, hvussu tað ber til, tá ið Hetland er tað, sum er landafrøðiliga nærmast Føroyum og okkum føroyingum.
Atlantic Airways hevur annars í síni tíð havt tyrluflutning millum Hetland og seismikkskip í Norðsjónum, so henda ferðin kann - hvør veit – eisini lata hurðar upp aftur til offshorevinnuna í grannalagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald