Vanligt er at landstýrisfólk vitjað hjá ymiskum stovunum og øðrum, ið hava tilnýtti til øki, ið landstýrisfólki hevur ábyrgd av.
Kaj Leo Holm Johannesen, ið gjørdist landstýrismaður í Heilsumálum í heyst, var mikudagin á vitjan hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá Ílegusavninum.
Í Fólkaheilsuráðinum fekk landstýrismaðurin kunning um arbeiði har, síðani Magni Mohr tók við sum formaður í ráðnum í 2016. Millum annað varð stóra fólkaheilsukanningin "Hvussu hevur tú tað?" umrødd, og framtíðarætlanir hjá ráðnum vórðu viðgjørdar fólkaheilsuøkinum.
Stjórin á Ílegusavninum, Guðrið Andorsdóttir, umframt Noomi O. Gregersen og Katrin D. Apol, varandi av FarGen verkætlanini, greiddu Kaj Leo Holm Johannesen frá sínum arbeiði. Umfrakt hetta legði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd lesandi, fram um sína Phd verkætlan innan krabbameinsepidemiologi.
Kelda: Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald