Innanlands

Landsstýrismaðurin í almannamálum vitjar Kommunufelagið

Partarnir nýttu høvið til at umrøða eftirmetingina av eldraøkinum og hvussu farast skal fram fyri at fremja nøkur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eftirmetingina

Tórbjørn Jacobsen, Sólvit Nolsø og Heðin Mortensen (Mynd: amr.fo)

Tórbjørn Jacobsen, Sólvit Nolsø og Heðin Mortensen (Mynd: amr.fo)

2022-02-05 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, var í gjár á fundi við Kommunufelagið.

Við á fundinum vóru Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum og Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum. 

Partarnir nýttu høvið til at umrøða eftirmetingina av eldraøkinum og hvussu farast skal fram fyri at fremja nøkur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eftirmetingina, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna.

Semja var m.a. um at hyggjast skal upp á ansingarsamsýningina og gjøldini fyri búpláss, umlætting og heimatænastu, og partarnir eru samdir um at fara undir hetta arbeiðið beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder