- Næstu vikurnar verður økt virksemi á havnarlagnum í Vestmanna í samband við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026. Donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er. Væntandi vera umleið 80 fólk á miðstøðini, sum verður á havnarlagnum.
Hetta skrivaði Vestmanna Kommuna á heimasíðu sínari mánadagin. Greitt varð frá, at bretar skuldu stýra, og at niðurlendingar og danir vera við: Samstarvið millum Arktisk Kommando, bretsku hernaðarmyndugleikarnar og føroysku sjóverjuna skal stykrjast, og tí luttekur Vørn eisini í venjingini.
Men hetta visti Vørn sum so ikki nakað um, tá Frihedsbrevet spurdi inn til málið fyrr í vikuni.
Og hvussu er við verjuskipið: Føroyar hava einki slíkt tøkt nú, men landsstýrismaðurin Bárður á Steig Nielsen segði fyrr í vikuni við Kringvarpið, at fiskiskipið Vestmenningur verður "stand-in" sum verjuskip.
Stutt eftir at vestmenningurin staðfesti hetta, staðfesti reiðarin hjá Vestmenningi, at han als ikki visti nakað um hetta. - Eg veit einki um nakra hernaðarvenjing. Eingin hevur nakrantíð spurt okkum um hetta, staðfesti Eyðun Olsen fyri Frihedsbrevet mikudagin. Og eitt annað var: Tá var Vestmenningur á veg til makrelfiskiskap í Noreg.
Uttanríkstænastan kundi heldur ikki varpa meira ljós á málið, og eftir standa nógvir spurningar - spurningar sum tey í Uttanlandsnevndini eisini hava.
Og tað er í dag, at limirnir har skulu fáa meira kunning frá Bárði á Steig Nielsen. Landsstýrismaðurin hevur hesa vikuna verið á alskyns fundum í Brasil, har hann roynir at styrkja um føroysku møguleikarnar fyri betri handilssamstarvið. Nú hann er afturkomin, skal formaðurin í Sambandsflokkinum og varaløgmaður greiða næri frá Lion Protector 2026: Har ein rúgva av servandum útlendingum koma til heimbygdina, og har eitt lokalt fiskiskip eftir øllum at døma skal spæla verjuskip.
Kringvarpið skrivar í morgun, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fer at kunna uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um hernaðarvenjingina í Vestmanna nú fyrrapartin. Bárður á Steig Nielsen hevur staðfest, at kunningin í málinum ikki hevur verið nóg góð - og at ikki er Vestmanna kommuna, sum skal almannakunngerða slíkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald