Innanlands

Landsstýrismaðurin staðfestir: Landsverk brúkt 33,4 milliónir til óbrúkiligt asfaltverk

Málið verður kannað nærri, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

2019-10-28 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað grein 52 fyrispurningi frá Beintu Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi. Hon vildi vita hvussu nógv samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, sum nú ikki kann brúkast.

Sambært roknskapi hjá Landsverki fyri asfaltverkið á Sundi fram til nú hava útreiðslurnar av leigu, umvælingum, keypi verið 33,4 milliónir krónur, sigur Jørgen Niclasen í svarinum.

Í 2016 gjørdi Landsverk avtalu við eitt privat felag um at leiga asfaltverkið á Sundi. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani víst á, at talan var um fíggjarliga langtíðarleigu.

Sambært játtanarskipanini er ikki loyvt at gera avtalur um fíggjarliga langtíðarleigu. Í apríl 2019 varð avtala gjørd við útleigaran um at yvirtaka virkið fyri 8,8 milliónir krónur.

- Samanumtikið ber ikki til at siga, at Landsverk hevði heimild at langtíðarleiga ella keypa asfaltverkið á Sundi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Landsstýrismaðurin sigur, at málið verður kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder