Innanlands

Landsstýrismaðurin styrkir um nevndina í Vága Floghavn

Vága Floghavn hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 1.3 mia. kr. næstu árini

(Mynd: Løgmálaráðið)

(Mynd: Løgmálaráðið)

2024-04-19 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av Vága Floghavn, luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Hann avgjørdi at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, við at tilnevna Boga Bendtsen afturat verandi manning.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

- Vága Floghavn hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 1.3 mia. kr. komandi árini. Hetta er ikki smávegis, men er neyðugt fyri at kunna menna tænastuvinnuna í Føroyum, soleiðis at vit hava fleiri bein at standa á í framtíðini.

- Flogvøllurin skal útbyggjast til at kunna hýsa 1 millión árligum ferðandi, ið út frá einari hóvligari meting longu gerst veruleiki í 2040.   

- Bogi hevur nógvar royndir úr fíggjargeiranum og hevur í SEV arbeitt við stórum verkætlanum seinastu árini. Tí gleðist eg um, at hann hevur játtað ja til at sita í nevndini, sigur landsstýrismaðurin.

Les eisini: Vága Floghavn 3,9 milliónir í avlopi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder