
- Eg ætli mær at verða síðsti føroyingur sum verður koppsettur, sigur heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen í einari Facebook-dagføring.
Kringvarpið hevur seinastu dagarnar sett sjóneykuna á, at fleiri á leiðslugongini á Landssjúkrahúsinum eru koppsett, og hetta er ikki í tráð við kunngerðina um koppsetingarætlanina. Eisini er stjórin í Almannaverkinum koppsettur.
Hetta heldur Kaj Leo Holm Johannesen ikki vera rætt, men hann sigur, at vit læra so hvørt.
Eg haldi ikki tað er rætt at leiðslupersónar sum ikki eru í samband við sjúklingin fáa vaksinu. Vit læra so hvørt vit asfaltera, skrivar hann.
Hann sigur, at av teimum 4000 fólkunum, sum higartil eru koppsett, eru tað færri enn 100, sum eru koppsett við avlopsskamtum.
- Umleiði 80 av hesum eru starvsfólk, sum eru í serligum vandabólki við tað, at tey hava beinleiðis samband við sjúklingar og tískil kortini skuldu verið koppsett samsvarandi koppsetingarkunngerðini. Hini 20 hava ikki beinleiðis sjúklingasamband í gerandisdegnum, men fleiri teirra eru kortini í koppsetingartoyminum og eru tískil eisini í ávísan mun í smittuvanda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald