Mentan

Landsstýrismaðurin vil einki lova: Trom má takast upp í Íslandi

Løgtingið vil ikki játta føroysku sjónvarpsrøðini Trom 4 milliónir krónur, og framleiðararnir hava tí ongan annan møguleika enn at gera upptøkurnar í Íslandi

2020-06-23 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upptøkurnar til føroysku sjónvarpsrøðina Trom, sum byggja á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen verða fluttar til Íslands. Tað segði framleiðarin av røðini, Jón Hammer, í Degi og viku í kvøld.

Orsøkin er, at politiski myndugleikin ikki vil játta pengar til verkætlanina. Í Íslandi fáa tey 25 prosent av pengunum, tey brúka í landinum aftur, og tað svarar til 4 milliónir krónur. Tað kunnu tey fáa í Íslandi, men sama skipan í Føroyum hevur eitt mark upp á 200.000 krónur.

Landið kundi játta pengarnar, men tað vil landsstýrismaðurin ikki lova seg til.

- Hesi koma og biðja um fýra milliónir, og hetta er eitt spennandi projekt. Hvat um onkur annar kemur og biðjur um 25 milliónir í morgin til dømis. Alt er spennandi projekt, og man kann ikki bara opna kassan, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, við Dag og viku.

Tað harmar Jón Hammer og hini, sum standa aftanfyri Trom, sum eftir øllum at døma mugu til Íslands at filma føroysku røðina, sum er skrivað av føroyingum, verður framleidd av føroyingum og gongur fyri seg í Føroyum.

- Beint nú standa vit og skulu finna útav hvussu vit kunnu gea hesa røðina. Og tað merkir at vit fara til Íslands at filma meginpartin av henni. Vit hava ikki nakran annan møguleika beint nú, sigur Jón Hammer.

Síggj innslagið í Degi og viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder