Innanlands

Landsstýrismenn skulu nú standa skúlarætt

Seinnapartin seta ungdómspolitikararnir landsstýrismonnunum ófráboðaðar fyrispurningar

2022-02-08 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í dag skal landsstýrið standa skúlarætt fyri teimum 33 skúlanæmingunum, sum í gjár og í dag manna ungdómstingið.

Í gjár vóru 13 uppskot til fyrstu viðgerð í ungdómstinginum. Flest uppskot til samtyktar – tað vil siga áheitanir á landsstýrið um at seta ávís tiltøk í verk – men eisini nøkur uppskot um at broyta verandi lóggávu.

Uppskotini vóru til nevndarviðgerð seinnapartin í gjár, og á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 10 var onnur og endalig viðgerð av hesum uppskotum.

Millum uppskotini er eitt nú uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið, um at fáa privatbúskap sum lærugrein í fólkaskúlanum, útbyggja havnina á Sandi, so at Smyril kann leggja at har, tá Sandoyartunnilin er liðugur, um at tryggja landsveganetið móti seyði og um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum.

Seinnapartin er so seinasta punktið á skránni hjá ungdómstinginum. Tað er tá tinglimirnir fáa høvi til at seta sitandi landsstýrisfólkum ófráboðaðar munnligar fyrispurningar.

So á fundinum klokkan 13.30 verða landsstýrismenninir til staðar í tinginum fyri at svara spurningunum frá ungdómspolitikarunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder