Innanlands

Landsstýrismenninir verða settir klokkan 14

Løgmaður setir nýggju landsstýrismenninir á móttøku í Tinganesi

Árni Skaale - eitt nýtt andlit í føroyskum politikki - verður útnevndur til landsstýrismann við fiskifinnumálum í dag (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Árni Skaale - eitt nýtt andlit í føroyskum politikki - verður útnevndur til landsstýrismann við fiskifinnumálum í dag (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2022-01-06 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 14 í dag verður lítil móttøka í Tinganesi í sambandi við at løgmaður setur nýggj landsstýrisfólk við fiskivinnumálum og almannamálum.

Tað boðar løgmansskrivstovan frá.

Vegna koronatilmælini verður móttøkan ikki almenn, og luttøkan tí avmarkað.

Tað var seint í gjárkvøldið, at Fólkaflokkurin boðaði frá, hvørjir faru at taka yvir eftir landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth M. Gunleygsdóttir, ið søgdu landsstýrissessir sínar frá sær fyri jól fyri at setast aftur í tingsessir sínar.

Tað verða tveir menn, ið koma at røkja sessirnar nú. Annar er Sólvit Nolsø, sum seinastu tíðina hevur verið skrivari hjá Fólkaflokkinum. Hann skal røkja almannamál.

Hin er vinnulívsmaðurin Árni Skaale úr Klaksvík, sum er heilt óroyndur í politikki. Hann fær ábyrgdina av fiskivinnumálum í landsstýrinum.

Les meira: Fólkaflokkurin innstillar Árna Skaale og Sólvit Nolsø sum landsstýrismenn  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder