![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um ætlaðu sjónvarpsrøðina Trom, ið er bygt á krimirøðina hja Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson.
Fyrst kom fram, at landsstýrið ikki fór at játta pening, og tískil fór røðin at verða tikin upp í Íslandi, men síðani sló Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnumálum fast, at hugt varð eftir møguleikanum at stuðla verkætlanini.
Nú er greitt, at peningurin verður játtaður. Hetta váttar Helgi Abrahamsen fyri in.fo seinnapartin.
Avgerðin varð tikin í morgun, tá landstýrisfundur var. Landstýrismaðurin sigur, at møguliga verða tvær milliónir játtaðar sum eykajáttan í heyst, og síðani verður restin játtað á fíggjarlógini komandi ár.
Helgi Abrahamsen sigur eisini við in.fo, at tað óvist um Eysturkommuna og Runavíkar kommuna, ið hava givið til kennar, at ynski er um at stuðla verkætlanini, hava loyvi at stuðla á hendan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald