2023-12-02 12:53
Hált hevur verið seinasta samdøgrið, og Selatraðarvegurin var stongdur so at siga allan fyrrapartin, men stutt eftir klokkan 11 varð boðað frá, at vegurin varð latin uppaftur fyri ferðslu.
Vegurin verður tó stongdur aftur um eina løtu.
Landsverk boðar frá, at landsvegurin frá Morskranesi og norð til Selatrað verður stongdur millum klokkan 13 og 14.
Tað er í sambandi við, at tey skulu eftir saltbilinum, sum fór út av vegnum tíðliga í morgun, segði Árni Jacobsen, økisleiðari hjá landsverki við Útvarpið á middegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald