Innanlands

Landsverk: 42 prosent skotið higartil

Nú eru tilsamans 1712 metrar skotnir í nýggju tunlunum norður um Fjall

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-04-08 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at byggja nýggju tunlarnar norður um Fjall koyrir eftir ætlan, og í seinastu viku vórðu tilsamans 100 metrar skotnir.

Landsverk skrivar, at nú eru tilsamans 1712 metrar skotnir, sum svarar til 42 prosent av samlaðu longdini.

Í farnu viku vórðu 52,5 metrar skotnir í Hvannasundstunlinum, og 47,5 metrar skotnir í Árnafjarðartunlinum.

Í Hvannasundstunlinum eru skotnir 993,5 metrar, og eftir eru 1201,5 metrar. Í Árnafjarðartunlinum eru skotnir 718,5 metrar, og eftir eru 1171,5 metrar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder