Innanlands

Landsverk á Jobmatch

Í ár hevur Landsverk valt vetrarhald sum høvuðsevni á básinum, har greitt verður frá øllum tí tekniska á hesum øki nú og í framtíðini. Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum 28. desember.

2019-12-21 12:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroysk arbeiðspláss og útisetar, umframt lesandi føroyingar, er endamálið hjá Landsverki at koma í samband við lesandi og onnur á starvsstevnuni, og soleiðis nýta høvið at bjóða stovnin fram sum eitt áhugavert arbeiðspláss.

Millum jóla og nýggjárs verður starvsstevnan Jobmatch aftur á skránni. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. desember frá klokkan 12. Sum undanfarin ár luttekur Landsverk aftur hesaferð við bási í høllini.

Endamálið við Jobmatch er at skapa eitt 'match' millum føroysk arbeiðspláss og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av teimum førleikum, sum ungir føroyingar hava nomið sær á lærustovni.

Landsverk hevur seinnu árini havt lærlingar innan bæði skrivstovuyrkið og handverk og eisini havt fleiri starvslesandi á stovninum. Afturat hesum hevur stovnurin eggjað teimum lesandi til at skriva uppgávur í samstarvi við Landsverk. Á henda hátt verður roynt at skapa karmar fyri teimum lesandi, ið sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássi undir lestrartíðini.

Í ár hevur Landsverk valt vetrarhald sum høvuðsevni á básinum, har greitt verður frá øllum tí tekniska á hesum øki nú og í framtíðini.

Landsverk verður á bási 35 í høllini, og JobPrát kunnu longu nú bíleggjast her

- Landsverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder