Um tvær vikur verður árligi asfaltdagurin hjá Landsverki aftur á skránni, har umboð fyri alla vinnuna, og tey, sum annars samstarva ella á annan hátt hava samband við hesa vinnu, eru boðin at luttaka.
Í ár verður ljós sett á spurningarnar, hvørt asfaltsesongin í Føroyum skal vera árstíðarbundin ella ikki, og um batar á framleiðslusíðuni kunnu væntast. Í triðja lagi, hvørjar avbjóðingar kommunur, arbeiðstakarar og tey hava, sum skulu útinna fakligu ásetingarnar um høga góðsku og gott asfalt.
Tað verður stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum setir asfaltdagin hesaferð. Síðan fer Marita S. Hentze, leiðari á Teknisku Deild í Runarvíkar kommunu, at greiða frá avbjóðingum hjá kommununi. Beint eftir hana verður tað Jørn Kim Larsen, undirvísari Byggetek/Ulfborg-Kjærgaard í Danmark, ið fer at siga nøkur orð um komprimering og góðsku.
Næsta framløgan á skránni hevur heitið ”Asfaltsesongin, ella mangul upp á sama”, og tað er Páll Hansen, formaður hjá H.J. Asfalt, sum fer at hugleiða um hetta evnið. Síðani fær Hilbert Elisson, byggileiðari hjá Konsax, orðið, og hansara framløga hevur heitið ”Tá alt fer í svart”.
Eftir døgurðasteðgin verður sett upp eitt samrøðupanel við umboðum úr vinnuni, har Eydna S. Mikkelsen, verkfrøðingur á Landsverki, verður orðstýrari.
Seinasta framløgan á degnum verður um verkætlanir, seinkingar, sesong og loysnir. Tað verður Mads Chr. Fejfer Jegsen, verkætlanarleiðari hjá Niras í Danmark, ið fer at hugleiða um tað.
Sum tað seinasta á skránni á Asfaltdegnum 2020 fer Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, at handa heiðurslønir fyri besta asfaltarbeiði í 2019 og eisini fer hon at avdúka, hvør fær ársins herðaklapp.
Um heiðursprógvið, ið Landsverk sum vegamyndugleiki letur fyri ársins asfaltarbeiði, verður sagt í treytunum fyri at verða kosin, at: “Ársins asfaltarbeiði verður latið einum asfaltliði, ið hevur gjørt eitt dygdararbeiði, og sum hevur framt eitt trygt og ruddiligt avrik í góðum samstarvi við byggiharran.”
Endamálið við virðislønini er at varpa ljós á viðurskifti, sum kunnu menna asfaltyrkið.
Asfaltdagurin 2020 byrjar klokkan 08.30 og endar klokkan 15.30.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald