Innanlands

Landsverk: Bilførarar, vísið varsemi

Í nátt og í morgun hava fleiri fráboðanir verið um skriðulop, og hevur hetta tarnað ferðsluna á landsvegunum – Løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um vatn- og stormskaðar

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-02-26 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú blot er komið í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og verða bilførarar bidnir um at vísa varsemi.

Soleiðis eru boðini frá Landsverki í morgun. Veðrið hevur ikki verið av tí allarbesta, og hevur hetta elvt til trupulleikar bæði í nátt og í morgun.

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um skriðulop, og fleiri landsvegir hava verið stongdir. Millum annað hevur talan verið um vegin millum Haldórsvík og Tjørnuvík, vegin til Gjáár, og Kunoyarvegnum.

Landsverk skrivar eisini, at fleiri lop hava verið á Oyndarfjarðarvegnum og frá Fossá til Tjørnuvíkar, og er nógv vatn á landsvegunum kring landið í morgun.

Løgreglan hevur eisini fingið tvær fráboðanir um vatnskaðar í kjallarum. Eisini hava fólk norðanfyri ringt til løgregluna í morgun at boða frá stormskaðum. Talan er tó, sum skilst, ikki um nakað álvarsamt.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder