Innanlands

Landsverk: Hált í støðum um alt landið

Heitt verður á fólk um at koyra varliga í morgun

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-02-05 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun er hált og glerstoytt um alt landið, og Landsverk heitir tí á fólk um at koyra varliga.

– Tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið. Tað er nógv jarðrok í ælunum kring landið. Koyrið varliga.

Landsverk boðar m.a. frá, at roknast kann við hálku í Klaksvík, Runavík, á Kambsdali, á Vatnsoyrum, á Sundi, og á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder