2024-11-24 09:53

Orsakað av illveðrinum, metti Landsverk tað ikki vera ráðiligt at fara út at salta og rudda vegirnar tíðliga í morgun, men nú eru bilar og maskinur hjá Landsverki byrjaðar at rudda vegirnar.
Men tað eru framvegis sera vánalig koyrilíkindi ymsastaðni, og heitir Landsverk á bilførarar um at vísa stórt varsemi.
Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Vestmannavegnum í løtuni, og tað eru sera vánalig koyrilíkindir eru um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald