2022-01-03 12:41

Hált er í støðum um alt landið, og eisini verður boðað frá nógvum vindi. Landsverk heitir á fólk um at koyra varliga.
Landsverk boðar frá, at nógv jarðrok og glerstoytt er á Gjáarvegnum, nógv jarðrok er í ælunum á Oyggjarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum. Nógvur uppgangur er eisini um byrgingina um Haraldssund.
Fyrrapartin fór ein lastbilur eisini útav vegnum Millum Fjarða, og heitt verður á fólk um at koyra varliga millum Oyndarfjarðarvegin og Skálabotn.
Arbeitt verður við at fáa lastbilin uppaftur, segði Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki við Útvarpið fyri løtu síðani.
Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald