Innanlands

Landsverk: Stongt um Sandavágsháls

Fleiri bilar hava staðið fastir í kvøld, og nú steingir Landsverk vegirnar

2022-02-05 22:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring 23:34: Vegurin um Høgareyn er latin upp aftur. Men tað verður ikki grivið meira har í kvøld.

Enn eru trupulleikar á Sandavágshálsi. Eitt flogfar lendi fyrr í kvøld, og har eru nógv ferðafólk, sum eftir ætlan skulu heim í kvøld.

----

Nógvur kavi darvar í kvøld ferðsluni í fleiri støðum kring landið.

Løgreglan mælir frá óneyðugari koyring millum bygdir og í Havn hevur sløkkiliðið eisini mælt frá at koyra.

Fleiri bilar standa fastir inni í Havnini, men eisini á Vestmannavegnum og á Sandavágshálsi.

Á júst hesum strekkjum hevur Landsverk valt at stongja vegin fyribils.

Landsverk boðar frá aftur, tá vegirnir lata upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder