Uttanlands

Langar bíðirøðir í London: Sjúkraflutningstænastan hjálpt fleiri enn 700 fólkum

Hundraðtúsundatals bretar hava seinastu dagarnar staðið í langari bíðirøð fyri at sleppa at síggja kistuna hjá Elizabeth drotning í Westminster Hall, og sjúkraflutningstænastan í London hevur havt úr at gera at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri í hesum sambandi

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2022-09-18 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fleiri dagar hava hundraðtúsundatals fólk staðið og bíðað í kilometrarlangu bíðirøðini fyri at síggja kistuna hjá Elizabeth drotning, sum liggur í Westminster Hall fram til í morgin, tá jarðarferðin verður.

Og tað er gingið hart útyvir summi, skriva bretskir miðlar.

Sjúkraflutningstænastan í London sigur, at tey síðan mikudagin hava hjálpt 710 fólkum, og 81 teirra noyddust á sjúkrahúsið. Meginparturin av teimum høvdu fingið skaða í høvdið, tí tey annaðhvørt vóru dottin ella svímað, meðan tey stóðu og bíðaðu eftir at sleppa framat at siga drotningini eitt seinasta farvæl.

Sambært B.T. stúra tey hjá tilbúgvingini í London fyri, at uppaftur fleiri fara at gerast illa fyri í bíðirøðini í dag, av tí at tað sambært veðurforsøgnunum verður kaldari í bretska høvuðsstaðnum.

[object Object]
Kistan hjá Elizabeth drotning í Westminster Hall (Mynd: AP)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder